JN

Sea Shepherd bunkrar í Sandavági

...

2015-09-03 03:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Um 19 tíðina í kvøld kom Brigitte Bardot hjá Sea Shepherd á Sandavág, har teir lótu akker falla. Beinanvegin var bátur settur út, sum fór beina kós í bátahylin í Sandavági, har fólk stóðu við fleiri benzindunkum, sum síðan vórðu førdir umborð á Brigitte.

Brigitte Bardot liggur ofta á Sandavági um náttina, men fer avstað í dimmalættingini.

Mannagongdin við dunkunum er tann sama hvørt kvøld, tá skipið kemur á Sandavág, tí tey skulu hava benzin til skjóttgangandi bátar teirra. 

So er spurningurin, um henda mannagongd skal halda á, ella okkurt verður gjørt, soleiðis at tey einki benzin fáa her í Føroyum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder