2015-09-09 19:07
Scott Harrington er komin til Føroya at vera ungdómsmennari í Neistanum.
Scott er føddur og uppvaksin í Onglandi og hevur seinastu árini verið høvuðsvenjari hjá bretska hondbóltsambandinum, tað skrivar neistin.fo.
Scott er sjálvur hondbóltspælari og hevur harafturat útbúgvin úr Danmark sum hondbóltsvenjari . Scott hevur eisini eitt tíðarskeið sjálvur spælt hondbólt í Danmark.
Scott fer m.a at leiða venjaratoymið í Neistanum, og saman við nevnd og venjarum skipa ungdómsarbeiði í felagnum. Eisini fer Scott at fylgja væl við, at tann einstaki leikarin fær tað røttu tillagaða hondbóltmenningina í tøttum samstarvi við ungdómsvenjararnar, og vera við til at leggja til rættis venjingar og servenjingar við leikarunum í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald