Mentan

Savna inn til Føroyska Bíbliufelagið

...

2015-05-21 00:05 Author image
placeholder

Hvítusunnudag hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í kirkjunum kring landið.

Bíbliufelagið arbeiðir við fleiri stórum verkætlanum. Millum hesar verkætlanir eru tvær nýggjar týðingar av Nýggja Testamenti. Hans Jacob Joensen er í løtuni í ferð við at umseta Bíbliuna av nýggjum. Týðingin av Nýggja Testamenti er liðug og er nú til rættlestur.

Danska Bíbliufelagið hevur givið út nýggja týðing av Nýggja Testamenti: "Den Nye Aftale". Týðingin, ið serliga er ætlað teimum ungu og bíbliufremmandu, hevur fingið sera góða undirtøku í Danmark. Føroyska Bíbliufelagið hevur sett sær fyri, at umseta hesa bókina til føroyskt. Heri Tróndheim hevur játtað at umseta.

Føroyska Bíbliufelagið hevur eisini stuðlað børnum á einum Barnaheimi í India, við at geva teimum bíbliur og barnabíbliur.

Eisini verður arbeitt við at fáa sjálvstøðugan limaskap í Sameindu Bíbliufelagnum ??? UBS, saman við umleið 146 øðrum limalondum.

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er annars, at skipa fyri at týða Bíbliuna og partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum lóggildu.

Harafturat arbeiðir Bíbliufelagið fyri at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesna og bíbliukunnleika, eins og at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við limagjaldi og gávum.

Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder