Ítróttur

Sáttmálin við Jacob Jonsson longdur í 2 ár

...

2015-01-10 22:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kvinnuliðið hjá Söljuni hevur havt eina sera tunga byrjan í bestu deildini. Vit hava m.a. mist fleiri leikarar, ið vóru við frá byrjanini, eins og venjarin er útskiftur. Vit vilja takka kvinnunum, ið spæla við fyri at tær eru so óførar ikki at missa mótið, hóast nógvan mótgang og sera stóra mótstøðu.

Hondbólturin hjá felagnum er í uppbyggingarfasuni í løtuni, so tað ræður um hjá leikarum og viðhaldsfólki at hava gott mót og gott tol. Vit skulu nokk fáa betri úrslit, hóast tað til tíðir sær svart út - "Rom varð ikki bygt eftur einum degi".

Fyrsta stigið á leiðini er sáttmálin við Jacob Jónsson, ið hevur játtað, at hann vil vera ein partur av felagnum í 2 ár afturat.

Vit í nevndini hava gott mót og trúgva uppá, at vit í framtíðini fara at hava eitt gott og vælvirkandi felag við góðum vaksnamanna liðum, eins og góðum barna- og ungdómsliðum.

Nevndin vil ynskja øllum eitt gott nýggjár og takka fyri allan stuðulin, ið felagið fekk í 2014. Vit vóna at leikarar, foreldur og viðhaldsfólk verða líka ófør í 2015, tað skrivar nevndin í einum skrivi í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder