Politikkur

Sáttmálin um Høllina á Hálsi samtyktur

...

2016-01-29 20:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórshavnar kommuna skrivar:

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið sáttmálan, sum er úrslit av samráðingum við Spf. HMP Consult, um prosjektering av hallarútbyggingini á Hálsi.

Býráðið samtykti í november tvær hallarútbyggingar. Høllin á Hálsi skal byggjast út til dupulthøll, soleiðis at fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat. Harumframt verða bygd høli til judo og borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði tá, at dupulthøllin skal kunna veita umstøður til aðrar ítróttagreinir, til finalur og til størri altjóða kappingar. Høllin skal vera karmur um størri heimlig og altjóða tiltøk og events, eisini innan vinnulív, so sum handilsmessur og -ráðstevnur, innan mentan og undirhald, so sum stórar konsertir og framsýningar, til stór samkomumøti v.m.

- Hetta verður ein fjølbroytt og fleksibul høll, sum kann vera við til at menna ítrótt, vinnulív, mentan og altjóða samstarv. Stórhøllin er tí meira almentgagnlig og røkkur fleiri áhugabólkum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Samstundis verður dupultfimleikahøllin í Skúlanum á Argjahamri verður nú út- og umbygd til fulla ítróttahøll íroknað áskoðarapláss. Við hesum báðum ítróttahallum aftrat fær innandura ítróttin, serliga hondbólturin, flogbólturin og skjótt vaksandi ítróttin kurvabóltur, nógv fleiri tímar til nógva virksemið, sum í fleiri hevur verið darvað av vantandi venjingartímum.

Fyri judo og borðtennis verður talan um heilt nýggjar tíðir, har hesar ítróttagreinir nú fáa karmar til at vaksa og trívast í saman við ítróttaumhvørvinum á Hálsi annars.

Við dupulthøllini á Hálsi verður talan um ítróttadepil, ið enn betri kann virka sum tjóðarhøll eitt nú í sambandi við finalustevnur og flestu altjóða dystir. Høllin kemur at hava pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveimum áskoðarapallum, sum kunnu flytast. Eitt nú til konsertir kann roknast við plássi fyri 2.500-3.000 áhoyrarum alt eftir uppseting.

Og so verða parkeringsumstøðurnar munandi betraðar við fleiri enn 100 nýggjum parkeringsplássum. Harvið verður stadionøkið í Gundadali uppaftur sterkari sum ítróttadepil saman við Tórsvølli, FIMI og seinni eisini langhyli, sigur ein vælnøgdur borgarstjóri eftir býráðsfundin í gjárkvøldið, sum heldur, at hetta er besta jólagáva til ítróttin nakrantíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder