2015-08-28 19:36
Sáttmálin millum Fiskimannaflegið og Reiðarafelagið um flutningsskip á makrelfeltinum varð undirskrivaður kl. 10 í morgun.
Tað viðførir, at fleiri av partrolarunum nú fara á makrelveiðu.
Bakur og Stelkur landað í dag til Faroe Origin í Runavík, teir fara avstað aftur í kvøld, tá verður kósin sett norður á makrelfeltið.
Bakur og Stelkur høvdu 280.000 pund, meginparturin var upsi. Teir byrjaðu túrin 18. august og hava roynt eystanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald