Tað hevur gingið striltið at fáa samanskrivað tær tríggjar semjurnar, sum manningarfeløgini fyri nú nógvum mánaðum síðani gjørdu við Føroya Reiðarafelag, inn í sáttmálatekstin, og tað er skiljandi, at menn vóru farnir at ótlnast.
Tær tríggjar semjurnar eru gjørdar millum Føroya Reiðarafelag og ávikavist Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelag.
Seinastu nógvu árini hava tey trý manningarfeløgini havt bara ein sáttmálatekst við felagsreglum, og har ásetingar, sum eru ymiskar fyri einstøku feløgini eru frámerktar í litum.
Nú hevur Føroya Fiskimannafelag tó gjørt av, at tað ber ikki til at bíða longur eftir einum lidnum sáttmálateksti, og tí verður ein fyribils-útgáva nú løgd út á heimasíðuna.
??tgávan er tó ikki meria fyribils, enn at alt, sum stendur í henni, er rætt og í samsvar við semjurnar. Men okkurt ???hol??? er, sum enn ikki er klárt at fylla út. Í høvuðsheitum snýr tað seg um § 17 stk. 2, sum snýr seg um ymiskar loyvdar frádráttir.
Seinastu árini eru hesir frádráttir listaðir upp í eina talvu, men nógvir feilir hava verið í henni, og tí er hon ikki tikin við í sáttmálan, sum er lagdur út her.
Tá partarnir í næstum eru púra lidnir við dagføringina av talvuni umframt onkra aðra justering, verður ein fullfíggjaður sáttmálatekstur lagdur út.
Fyribilsútgávan av sáttmálanum kann síggjasther.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald