Ítróttur

Sáttmáli undirskrivaður við Súluna

...

2014-12-15 22:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan, sum er fakfelag fyri flogternur hjá Atlantic Airways, hava í dag, 15. december 2014, undirskrivað nýggjan tvey-ára sáttmála frá 1. november 2014 til 1. november 2016.

Umframt broytingar og tillagingar í sáttmálanum vóru partarnir samdir um eina lønarhækking á 1,98 % hin 1. november 2014 og 2,25 % hin 1. november 2015. Hetta er sostatt sami karmur, sum semja hevur verið um í undarfarnu samráðingum Føroya Arbeiðsgevarafelags.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder