2015-01-16 18:42
Beint fyri døgurða skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið undir nýggjar sáttmálar fyri Posta og Føroya Tele. Sáttmálarnir eru galdandi fyri tíðarskeiðið 1. januar 2015 til 1. januar 2017.
Umframt broytingar og tillagingar í sáttmálunum vóru partarnir samdir um eina lønarhækking á 1,98 % hin 1. januar 2015 og 2,25 % hin 1. januar 2016. Hetta er sostatt sami karmur, sum semja hevur verið um í undarfarnu samráðingum Føroya Arbeiðsgevarafelags.
Partarnir hava harafturat undirskrivað avtalu um fráboðanarfreist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald