P/F Vága Floghavn hevur fyrr í dag undirskrivað sáttmála við J&K Petersen Contractors P/F um útbygging av parkeringøkinum við flogvøllin.
Sáttmálaupphæddin fyri hesa arbeiðstøkuna er 40,2 milliónir krónur. Arbeiðsøkið fevnir um uml. 40.000m2. Arbeiðstøkan fevnir um jørðarbeiði við kantsteinum og asfaltering, el-arbeiði við gøtuljosum, talvum vm. Eisini skulu lonir/skýli byggjast soleiðis, at ferðafólk fáa høvi at ganga undir taki í stórum pørtum av parkeringsøkinum.
Vága Floghavn hevur gjørt avtalu við sp/f Ráð um byggileiðslu, fakeftirlit og prosjektuppfylging, EIsini er avtala í umbúna við sp/f Zeta og Viggo A. Hansen, sum eisini hava verið ein partur av fyrireikandi arbeiðinum. Arbeiðstakarin fer alt fyri eitt undir fyrireikingar, og arbeiðið byrjar 1. september 2016. Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt 1. september 2017. P/F Vága Floghavn fegnast um, at sáttmálin um útbygging av parkeringsøkinum nú er undirskrivaður, og sær fram til eitt gott samstarv við J&K Petersen Contractors um hetta týdningarmikla arbeiðið, tað skrivar Vága Floghavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald