Politikkur

Sáttmálasamráðingar: Pedagogfelagið krevur lønarhækking

...

2015-06-04 03:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya Pedagogfelagið skal brúka summarið at fyrireika seg til sáttmálasamráðingar, tí felagið hevur nú sagt galdandi sáttmálar upp, og fara teir úr gildi 1. oktober.

Meira í lønarposan, tað er yvirskriftin á kravlistanum hjá Føroya Pedagogfelag, tá tað tíðliga í heyst skal til samráðingarborðið at tingast um nýggjar sáttmálar.
Felagið hevur júst sagt galdandi sáttmálar upp at fara úr gildi 1. oktober.
???Nevndin í felagnum hevur seinastu vikurnar arbeitt vi at gera eitt samráðingarupplegg, sum í fyrsta lagi byggir á ynskini, sum limir felagsins eru komnir við. Samanumtikið kann sigast, at flestu krøvini fara at snúgva seg um hægri lønir???, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.
Av virðing fyri sáttmálamótpørtunum ??? Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ??? vil hann ikki fara í smálutir við krøvunum nú. Men hann heldur als ikki, at tað er nakað at dylja, at lønarkrøvini hava hægstu raðfesting.
???Vit eru ein hin størsti starvsfólkabólkurin í landinum, hava eina sera stóra ábyrgd, og vit kenna og hava leingi kent, at vit møta stórum krøvum í gerandisdegnum. Men lønin samsvarar verri enn so ábyrgdini og krøvunum. Tí eru batar alneyðugir???, sigur Jógvan Philbrow.

Ynski um lønarreform

Hansara ynski er, at ein veruligur lønarreformur verður framdur fyri øll starvsøkini hjá limunum í Pedagogfelagnum ??? hjálparfólk, námsfrøðingar á dagstovnaøkinum, námsfrøðingar á serstovnaøkinum, leiðarar og aðrir bólkar í starvi hjá annaðhvørt landi ella kommunum. Hann vísir millum annað á, at tímalønin hjá einum námsfrøðiligum hjálparfólki er lægri enn tímalønin hjá einum ófaklærdum arbeiðsfólki.
???Tað er neyðugt, at vit byrja at hugsað lønir øðrvísi, tí í mínum hugaheimi er tað púra órímiligt, at lønirnar hjá okkara limum skulu vera so lágar, bara tí at tær altíð hava verið tað. Vit mugu rudda upp í hesum ósiði og byrja at løna øllum fólki á almenna arbeiðsmarknaðinum eftir útbúgvingarstøði og ábyrgd???, slær formaðurin í Føroya Pedagogfelag fast.
Av øðrum málum, sum sáttmálasamráðingarnar fara at snúgva seg um, nevnir hann millum annað sálarligt arbeiðsumhvørvi, eldrapolitikk og eitt ynski frá limum um at fáa meira skipað viðurskifti, tá tað snýr seg um at betra samstarvið á stovnunum.
Jógvan Philbrow væntar, at samráðingarnar fara í gongd stutt eftir summarfrítíðina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder