Vinna

SAS sagt EuroBonus samstarvið við Atlantic Airways upp

...

2016-12-27 23:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Atlantic Airways: Síðani ár 2000 hava Atlantic Airways og SAS samstarvað um sokallaðu EuroBonus-skipanina, ið gevur teimum ferðandi, ið flúgva við Atlantic Airways møguleika at savna sær stig saman, sum kunnu brúkast til dømis sum heilt ella partsgjald til flogferðaseðlar.

Í sambandi við, at SAS í mars mánað komandi ár fer at flúgva til Føroyar, hevur flogfelagið sagt hetta samstarv við Atlantic Airways upp, galdandi frá tí degi Føroyaflúgvingin byrjar. T.e. 26. mars 2017. Tí er seinasti dagur til ber at brúka EuroBonus stig við Atlantic Airways 25. mars 2017.

???Vit eru sera hørm um, at viðskiftafólk okkara ikki fáa møguleika at brúka teirra EuroBonus stig við Atlantic Airways. So fyri at geva okkara ferðandi møguleika at brúka hesi stig við Atlantic Airways, hava vit gjørt av, at í tíðarskeiðnum millum 12. januar og 25. mars 2017 kunnu føroyingar bíleggja EuroBonus-ferðaseðlar fyri hálvan prís. Tað vil siga, at tú kanst ferðast aftur og fram til Keypmannahavnar, Billund ella Reykjavíkar fyri einans 10.000 stig. Vit fegnast tó samstundis um, at hetta gevur okkum høvi til at løna okkara viðskiftafólkum við okkara egnu góðu og sterku skipan, sum vit eru vís í fer at hava nógvar fyrimunir við sær fyri tey ferðandi, ??? sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Atlantic Airways fer tí komandi ár at seta á stovn eina nýggja og góða bonusskipan fyri tey mongu, trúgvu ferðandi hjá flogfelagnum. Skipanin fer at verða sett saman soleiðis, at viðskiftafólk kunnu forvinna og brúka stig á øllum rutunetinum hjá Atlantic Airways. Meira kunning um hesa skipan kemur í næstum.

Meira um nær tað fer at bera til at keypa ferðaseðlar fyri EuroBonus-stig við avsláttri fer at verða kunngjørt skjótast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder