2019-04-27 13:26

Enn er eingin semja funnin, og eru flogskiparnir hjá SAS úr Danmark, Svøríki og Norra framvegis í verkfalli.
SAS hevur nú avgjørt av avlýsa 587 fráferðir í morgin. Har ímillum er túrurin á føroyarutuni eisini avlýstur. Fólk á 272 fráferðum vera ikki rakt av verkfallinum í morgin.
Væntað verður at 64.000 ferðafólk vera rakt av verkfallinum í morgin.
Síðani verkfalli byrjaði fríggjadagin hevur SAS nú avlýst 1.589 fráferðir, og tað hevur rakt útvið 170.000 ferðafólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald