Frumframførslan av nýggju dagligu flogrutuni hjá SAS ímillum Føroyar og Keypmannahavn verður 26. mars 2017. Tað verður hátíðarhildið í Tórshavn, har tað verður opið hús og øll eru hjartaliga vælkomin.
Í vikuskiftinum byrjar SAS dagliga heilársrutu ímillum Keypmannahavn og Vága Floghavn. Tað verður hátíðarhildið í Tórshavn leygardagin 25. mars, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Føroyar eru eitt dámligt ferðamál, sum leingi hevur verið áhugavert. Tí gleðir tað okkum, at vit nú kunnu flúgva til og úr Føroyum. Vit hátíðarhalda hesa flogrutu leygardagin, og øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá okkum hjá SAS. Skipað verður eisini fyri eini kapping, har vinningurin er ein túrur til Keypmannahavnar við SAS, íroknað gisiting við mati á hotelli, sigur Mariam Skovfoged, tíðindatalsfólk hjá SAS.
Dagligu fráferðirnar við góðum sambondum ímillum býirnar tryggja, at ferðandi úr Føroyum fáa góð flogsambond til nýggjar beinleiðis rutur í Skandinavia, og restina av umheiminum við SAS. Rutan fer at virka (operere) við einum Airbus 319 við plássi fyri 141 ferðandi og Airbus 320 við plássi fyri 168 ferðandi. Flúgvitíðin er 2 tímar.
Kunning um opið hús: Kom á gátt og hitt okkara væluppløgdu SAS manning og okkara kapteyn, Herálvur Nielsen, ið hevur luttikið í upplæringini av teimum 17 flogskiparunum til at flúgva hesa rutu. Vit síggjast til opið hús í Fútastovu, Gongin 5, Tórshavn leygardagin 25. mars 2017 ímillum kl. 11:00 ??? 13:00, og har SAS bjóðar ábit og útvalt (ekslusivt) øl bryggja av Mikkeler til høvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald