Politikkur

SAS ætlar ikki at kannibalisera Atlantic Airways

...

2017-03-28 09:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár skipaði Tjóðveldi fyri almennari hoyring í fólkatinginum um loftferðslu við serligum atliti at útjaðaraøkjum.

Umboð fyri m.a. Atlantic Airways, SAS, danska flogvinnufelagið, Air Greenland, European Regional Airline Association, Air Iceland og Københavns Lufthavn løgdu fram. Danski ferðslumálaráðharrin, Ole Birk Olesen, hevði eisini orðið undir hoyringini.

Í føroyskum høpi var ikki minst áhugavert, at umboð fyri bæði Atlantic Airways og SAS høvdu orðið, tí so seint sum sunnudagin fleyg SAS sín fyrsta túr til Føroya og kappast nú við føroyska flogfelagið á leiðini millum Vágar og Keypmannahavn.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, segði, at tey vóru ovfarin av, at kappingin skuldi koma frá SAS, tí Atlantic Airways og SAS hava samstarvað í 28 ár um m.a. bonusskipanir og at avgreiða ferðafólk og viðføri.

Lars Wigelstorp Andersen, samskiftisstjóri í SAS, segði, at SAS ætlar ikki at køva føroyska flogfelagið.

- Atlantic Airways hevur staðið seg sera væl, og vit ætla ikki at kannibalisera felagið. Vit ætla at stimbra marknaðin og skapa vøkstur, tí vit halda, at pláss er fyri tveimum aktørum á Føroya-leiðini, segði hann.

Umboðið fyri SAS varð spurt, um tað var skynsamt, at SAS og Atlantic Airways fóru at kappast sínámillum, tá tann stóra hóttanin ímóti tjóðarflogfeløgum í dag eru lágprísfeløg sum Ryanair og Norwegian.

- Vit mugu hyggja at okkara møguleikum, og verðin er eirindaleys. Vit flúgva til Føroya, tí vit halda, at forrtæning er í tí, og tí vit halda, at vit kunnu tæna føroyska samfelagnum, svaraði Lars Wigelstorp Andersen.

Jóhanna á Bergi segði, at Atlantic Airways er lívlínan hjá føroyingum, tí felagið flýgur bæði ferðafólk millum lond, flytur sjúklingar og stendur fyri bjarging og leiting í føroyskum øki.

- Keðir tú teg í Føroyum, kanst tú sleppa av landinum 900 ferðir um árið, segði hon.

Jóhanna á Bergi vísti á, at føroyska flogfelagið hevur nógv setur til avlops í lágárstíð. Brúk er fyri minni enn tveimum flogførum um veturin og trimum flogførum um summarið, men felagið leggur dent á altíð at hava nóg mikið av kapasiteti, so tað ikki gerst ein fløskuhálsur í samferðsluni.

Nú SAS hevur tikið kappingina upp, eru uppaftur fleiri setur vorðin tøk á leiðini millum Vágar og Keypmannahavn.

Kappingin fer at leggja trýst á prísirnar og skunda undir, at Atlantic Airways effektiviserar raksturin, nevndi Niels Christian Fredelund frá Copenhagen Economics, ið hevur staðfest, at føroysk flogvinna beinleiðis og óbeinleiðis skapar 465 arbeiðspláss í Føroyum.

Hetta staðfesti greiningarfyritøkan í kanning í fjør, sum Tjóðveldi á fólkatingi hevði umbiðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder