2015-03-30 00:28
So var kappingin um enska meistaraheitið av. Eitt triða pláss á 2000 m og eitt annað pláss á 500m (einar 20 min eftir 2000m) ... Gjørdist nakað seinni á 2000 m, enn eg setti nøsina eftir... Tí var tað fantastisk at vinna á tí ið gjørdist nr. 2 á 2000m á 500 m.. Hann var yvir 8 sek skjótari enn eg til 2000m og tá var hetta mentalt ein tann harðasti 2000m nakrantíð. So 500 m knústi øll míni mørk og havi eg fingið ikki bara góð úrslit, men eina rúgvu við í viðførið at røkka mínum máli.
Takk fyri tær mongu heilsanir og vøkru orðini... Hetta fær meg at leitað aftur til 2001, tá eg fekk staðfest eina deyðiliga lungasjúku - long story short: Eg kann skriva undir uppá úttalsið: "what doesent kill you, make you stronger" ... Hetta og stóru trúnna uppeftir - hevur hildið vegin opnan, hóast mótbrekkan mangan hevur verði brøtt... Hetta blívur heldur nakað langt, men takk er kun et fattigt ord, so hetta verður mín máti at siga takk fyri. Takk øll somul ið hava givið mær uppbakkning, tit vita hvørji tit eru. SaritaSarita Kristina Hansen hjartaliga tillukku við báðum Meistaraheitinum og heiðrinum sum skjótasta kvinna í Onglandi.Tað verður gott at koma heim, tað skrivar Bergur Robert Dam Jensen á Facebook.
Vit á JN.fo ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku.
Les eisini HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald