P/f Kemilux Industri og stjórin Debess Petersen hava verið í fjølmiðlunum og lagt Sapolux undir at kopiera teirra vørur. Eisini hevur P/f Kemilux Industri og stjórin roynt at promovera teirra vørur við at seta niður á Sapolux.
Samstarvið, sum Sapolux hevur havt við Kemillux Industri í eitt longri áramál, helt uppat fyri hálvum øðrum ári síðan. Kemilux Industri segði samstarvið upp.
Eftir at samstarvið við Kemilux Industri helt uppat, hevur Sapolux etablerað samstarv við annan veitara.
Sapolux hevur ikki nakað samstarv við Kemilux Industri í dag. Sapolux kopierar ikki vørur hjá Kemilux Industri.
Stjórin í Kemilux hevur úttalað alment, at Sapolux kopierar vørur hjá Kemilux Industri og at vørunar hava ikki somu eginleikar. Báðar útsagnir kunnu ikki verða sannar ??? at talan skuldi verið um kopivørur, men at tær hava ikki somu eginleikar. Hevði talan verið um kopivørur, so høvdu eginleikarnir verið teir somu.
Veruleikin er tann, at vørurnar, ið Sapolux kann bjóða kundum sínum í dag, hava hægri góðsku enn, hvat Sapolux kundi bjóðað frammanundan. Harumframt eru vørurnar eisini bíligari.
Av somu orsøk hava kundar hjá Sapolux tikið væl ímóti teimum vørum, ið Sapolux hevur møguleika at bjóða kundum sínum í dag.
Jakup jacobsen
Sapolux
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald