Nú grivið verður fyri Skúlanum á Fløtum, og farið verður at byggja fyrsta dagin, er løtan komin at viðgera umstøðurnar kring framtíðar miðbýarskúlan í Havn.
Miðbýarætlanin skal sjálvandi eisini fevna um ein livandi og mennandi miðbýarskúla. Vit eiga tí samsvarandi fólkaskúlalógini at seta ein arbeiðsbólk við umboðum frá skúlastýrunum í Havn at gera tilmæli til møguligar broytingar í skúlabygnaðinum, serliga til tess at framtíðartryggja ein miðbýarskúla í tryggum og góðum kørmum.
Millum annað hesar spurningar havi eg sum forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs viðgjørt saman við skúlastýrinum fyri Sankta Frans Skúla á fundi longu tann 12. mai í ár.
Á hesum fundi samdust vit um seta arbeiðsbólk at viðgera Santa Frans skúla og framtíðar miðbýarskúlan. Til dømis varð umrøtt, at skúlabygningurin í Kongagøtu skal gerast ein partur av Sankta Frans Skúla, onnur átrokandi neyðug átøk vóru umrødd, eins og serligar námsfrøðiligar ætlanir vórðu nevndar.
??tlanin var at formalisera hetta arbeiðið í august í ár. Men tað kann eins væl gerast beinan vegin.
Arbeiðsbólkur setast at gera bygnað fyri miðbýarskúla í Havn
Eg fari tí at skjóta upp at vit á býráðsfundi í dag og í tráð við fólkaskúlalógina taka avgerð um at seta eina nevnd at viðgera skúlabygnaðin fyri ein framtíðar miðbýarskúla, og hvussu miðbýarskúlin í Havn kann verða skipaður, eisini við atliti at hinum skúlunum í kommununi.
Henda avgerð er í samsvari við samtyktina í Mentamálanevndini frá 10. Februar í ár, har samtykt varð, at menna Sankta Frans skúla sum miðbýarskúla í Havn.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald