2016-03-10 13:49
Undir Sands kommunu er nýtt starv sum trivnaðar- og ferðavinnumennari leyst at søkja.
Starvið er ¾ starv, við møguleika fyri fulltíðarstarvi.
Starvið verður staðsett í umsitingarbygninginum hjá Sands kommunu.
Arbeiðsuppgávurnar verða m.a:
- Gera og samskipa trivnaðartiltøk í kommununi.
- Virka ferðavinnuni í kommununi at frama.
- Passa heimasíðuna hjá kommununi.
- Virka sum millumlið millum borgarar og stovnar.
- Til reiðar at átaka sær aðrar fyrifallandi kommunalar uppgávur.
Førleikakrøv:
- Góð samstarvsevni
- Íverksetanarhugburð
- Gott hugflog
- Álítandi
- Ágrýtin
- Nærløgd/lagdur
- Greið/ur í øllum samskifti og duga at vísa virðing.
Fyrimun hevur tann, sum hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan økið.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til borgarstjóran, á 211930.
Umsóknir skulu stílast til Sands kommunu, Mørkin Mikla 3, og freistin at søkja starvið er fríggjadagin 1. apríl 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald