Politikkur

Sands kommuna skyldaði meira enn 50 mill. nú er nettoskuldin 11 mill.

...

2014-12-16 21:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sands kommuna hevur tá hon skyldaði mest, seinast í 1980-unum, skylda omanfyri 50 mió kr.

Seinastu árini hevur Sands kommuna lagt alla orku í at gjalda niður skuld, samstundis sum rakstrarkostnaðurin er hildin niðri á einum lágum støði.

Hetta hevur nú givið úrslit, í og við at nettoskuld kommununar við árslok 2014 verður umleið 11 mió kr.

Í 2014 er ein álíkning hjá Sands kommunu umleið 15 mió kr, og komandi ár metir TAKS, at álíkningin hjá kommununi verður uml 13 mió kr. Tí er Sands kommuna nú komin undir álíkningina.

Hóast kommunan nú er komin undir álíkningina, fer kommunan framhaldandi at gjalda niður skuld. ??tlanin er at leggja afturgjaldingina í ein fasta legu, sum samstundis gevur rúm fyri at gera nøkur at teimum átøkum í kommununi, sum hava ligið á láni, meðan meginpartin av orkuni hevur verið brúkt til at koma undir álíkningina.

Sanniliga er hetta ein fagnardagur fyri sandingar, sum so trúliga hava arbeitt seg uppundan aftur.

VH

Brandur Sandoy, Borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder