Vinna

Sands Kommuna og Bústaðir hava skrivað undir avtalu

...

2017-09-15 14:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag hava Sands Kommuna og Bústaðir skrivað undir avtalu um, at Bústaðir fer at byggja 5 búeindir á Heimasandsvegi 86.

Kommunan hevur keypt ognina á Heimasandsvegi 86, og hevur selt hana víðari til Bústaðir.

Farið verður nú undir at projektera verkætlanina.
Kommunan hevur undir samráðinginum, havt ynski um, at sum mest verður gjørt lokalt. Til framløguna í dag vóru lokalir handverkarar boðnir við, og fleiri møttu. Áhugin ímillum teir er stórur, og eru teir spentir uppá hesa verkætlan.

Eftirspurningurin eftir bústøður er stórur á Sandi í løtuni, so hetta kemur væl við, tað skrivar Sands Kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder