Skálavíkingurin Heðin Brú lýsir meistarliga í skaldsøgu síni ???Tað Stóra Takið???, umskiftið frá bóndasamfelagnum til fiskivinnusamfelagið, og hvussu stórar avleiðingar hetta fekk fyri tað samfelagið sum fólk tá vóru von við.
Sandoyartunnilin verður veruleiki í 2021, og vit í Sandoynni standa frammanfyri sera stórum broytingum, sum lættliga kunnu taka beinini undan okkum, um vit ikki beinanvegin fyrireika okkum til broyttu umstøðurnar.
Møguleikarnir í bøtta flytførinum koma at verða ótrúliga stórir.
Nógv fleiri fólk fara at kunna búgva í Sandoynni, og arbeiða norðanfjørðs. Enntá læknar á Landssjúkrahúsinum sum hava eina responstíð uppá hálvan tíma kunnu búgva í Sandoynni, og arbeiða á sjúkrahúsinum.
Møguleikarnir hjá vinnulívinum at seta seg í oynni vera so ótrúliga nógv betri, tá dýrkandi og seinkandi liðið við Teistanum verður burtur.
Ferðavinnan í oynni fær munandi betri karmar, tá ferðafólk hava frítt at koma og fara úr og í oynna.
Snøgt sagt letur ein heilt onnur verð seg upp, fyri teimum sum í dag eru í oynni, og Sandoyggin kemur at fáa lut í fólkavøkstrinum á jøvnum føti við restina av meginlandinum.
Av tí at broytingarnar og harvið avbjóðingarnar verða so stórar og nærkast við rúkandi ferð, áliggur samtíðini at fyrireika lokalsamfelag okkara í oynni til hesar broytingar.
Vit hava í dag sera nógvar tænastur í oynni av so lítlum øki at verða.
Tí er so sera umráðandi at vit gera okkum greitt, hvørjar av hesum tænastum ið skulu verða í oynni í 2021, ella í 2030.
Er tað ein sjálvfylgja, at vit hava lækna í Sandoynni tá tað er koyrandi til meginlandið? Hvussu við tannlækna, økisterapiini, økispsykiatriini, posthúsinum, handlum, barnagørðum, skúlum, bókasøvnum, bensinsølum, barnavernd, eldrarøkt? Um nakar heldur at tað er ein sjálvfylgja at alt bara heldur áfram sum í dag, so tekur man feil.
Tað er okkara uppgáva sum politikkarar at stinga út í kortið, at tora at droyma dreymarnar, at vit skulu fáa fleiri almennar uppgávur og fleiri tilboð suður í oynna eftir 2021, og at hesi komandi fimm árini at fyrireika okkum soleiðis, at vit ikki missa eina einastu tænastu ið vit hava í dag. Tað eru vit ið skulu skapa karmarnar fyri hækkandi fólkatali, fyri at tað ikki verða 1200 fólk í oynni í 2030, men tað dupulta í øllum førum.
Ongin fer at gera hetta arbeiði fyri okkum. Einans vit vita hvussu vit vilja forma framtíðina hjá oynni, og vit mugu tora at stinga út í kortið, seta okkum høg mál, arbeiða skjótt og miðvíst, um vit ikki vilja enda sum nøkur í omanfyri nevndu skaldsøgu, sum ikki fataðu og ikki vildu góðtaka avleiðingarnar av broytingunum teimum vóru fyri, og tí stagneraðu.
Vit hava tann framíhjárætt í mun til broytingina ið Heðin Brú lýsti, at vit vita at henda broytingin verður veruleiki um nøkur ár, hetta eigur ikki at koma óvart á nakran okkara.
Umráðandi er tí, at høvuðsdenturin komandi fýra árini í lokalpolitikki verður lagdur á at fyrireika okkum til broytingarnar ið koma. At byrja at hugsa um broytingina tá komandi valskeið er av er ov seint, tí tá skriva vit 2021.
Brandur Sandoy, Borgarstjóri á Sandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald