Leygarkvøldið 2. mai verður skipað fyri stovukonsertum í Sandavági. Tað sum eyðkennir eina stovukonsert, í mun til eina vanliga konsert er, at tónleikararnir spæla inni í stovuni hjá fólki. Tað hevur við sær, at ikki so nógvir áhoyrarir kunnu vera til hvørja konsert og konsertin er meira innilig og hugnalig. Hetta kvøldið vera konsertir í sjey húsum á Skraddaragøtu, Lonarstræti og á Merkrunum.
Hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri einum slíkum tiltaki í Sandavági, og íblásturin hava fyrireikararnir fingið frá ???Hoyma???, sum hevur verið fyriskipað í Gøtu. Sera avmarkað nøgd av atgongumerkjum eru, tí høvuðsdenturin er lagdur á, at tey sum koma á konsert, skulu fáa eina so góða uppliving sum til ber.
Vága Tónleikarafelag er eisini ein partur av tiltakinum og tey koma at hava opið hús niðri á Loftagrund hetta kvøldið. Har fer at bera til at keypa okkurt til matna og at drekka, umframt felagssangur og hugni.
Tey sum koma at framføra til stovukonsertirnar eru: Vágaverk, Ave, Kirstin og Esmar, Holgar, Greta Svabo Bech, Jensina og Black Sheep v/Janus á Húsagarði. Felags fyri tey er, at tey hava øll tilknýti til Vágar.
Fyrireikararnir vænta eitt sera hugnaligt kvøld við einari fjølbroyttari skrá. Atgongumerki á 250 kr. kunnu keypast í FK í Miðvági, Bartalsstovu og Pastell.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald