2015-05-28 20:18
Sandavágsmenn fóru um 15. tíðina í dag, av Oyragjógv við kós móti Slættanesi. Har leiðin síðani gongur norð í Vestaruskor.
Tað er ein tíð síðani, at seyðirnir vóru slepnir á Giljatrønina norðanfyri Sandavág. Men veðurlíkindi á Slættanesi hava ikki verið tey bestu í seinastuni, og tí hevur tað drigið út við at fari norð í Vestaruskor við seyðunum.
Tað verða 18 seyðir sleptir í Vestaruskor í ár.
Myndamaðurin hjá JN.fo var og tók nakrar myndir, tá teir gjørdu klárt at fara í Vestaruskor.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald