Vit vóru ein túr á Vestmannavegnum í dag, har vóru teir á fjalli í Ognarhaganum. Fóru inn at hyggja eftir sera vælskipaða húsi teirra. Kvíviksingarnir vóru sum altíð sera blíðir - "Nú kemur tú at hyggja eftir nýggja røktingarmanninum, sum er úr Sandavági" - Teir søgdu, at Allan Nielsen nú skal røkta Ognarhagan - Allan var við teimum í dag, sjálvt um hann ikki tekur við fyrrenn í februar komandi ár. Allan hevur fingist nógv við seyð og hevur altíð havt stóran ans fyri seyði.
Ognarhagin er 12 merkur, harav eru 2 merkur og 2 gyllin kongs og restin ognarjørð.
Vit vóru eisini boðin til kaffi, á sera hugnaliga loftinum, sum er í nýggja seyðhúsinum í Kvívík. - Vit tóku eisini myndir á loftinum, men tær eydnaðust ikki so væl.
Sí eisini grein frá 6. apríl 2014 - HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald