Nú eru bert fáir dagar eftir, til vit fáa at vita, hvat úrslitið verður av politisku telvingini um eina nýggja fiskivinnuskipan. Ein spurningur, ið vit bíða spent eftir at fáa svaraðan, er um broytingar verða gjørdar í verandi skipan, har útlendingar kunnu eiga ein triðing av partapeninginum í føroyskum reiðaríum.
Tað ætlar samgongan í útgangsstøðuni ikki, tí í samgonguskjalinum varð skrivað, at ???bert feløg, sum hava føroyskar eigarar, eru skrásett í Føroyum, rinda skatt í Føroyum og sum rinda manningini hýru sambært føroyskum sáttmála, kunnu bjóða seg fram í føroyskari fiskiveiði.???
Hóast hetta er ein sera stór broyting, so hevur ikki nógv orðaskifti verið um hetta mál í almenna orðaskiftinum. Orðaskiftið fyri og ímóti at útlendingar kunnu eiga í føroysku fiskivinnuni á sjónum, hevur mest bygt á kenslur. Tað verður ikki mett um um fyrimunir og vansar við útlendskari luttøku.
Í okkara reiðaríi ??? Framherja ??? hava vit drúgvar royndir við at hava eina sterka íslendska fyritøku sum partaeigara. Hon eigur ein ein fjórðing av felagnum. Tað hevur ikki minst týdning fyri okkum, at hava hesa fyritøkuna sum samstarvsfelaga. Vit kunnu samskifta og fáa vitan um fiskiskap, framleiðslu, sølu og marknað, og vit verða partur av einum størri netverki, sum gevur okkum nógvar fyrimunir. Okkum stendur eisini í boði at keypa partapening í teirra fyritøku. Tað hava vit gjørt, tó í avmarkaðan mun, men hetta kann vera ein gluggi til at gera tryggar íløgur uttanlands.
Verður úrslitið sum samgongan vil, so steingja vit eisini fyri vágafúsum útlendskum kapitali, og hvat gera vit, tá vit aftur koma í ta støðu, at ongin vágafúsur kapitalur er í Føroyum. Tað hevur søguliga verið meira reglan enn undantakið.
Fleiri føroyskar verkætlanir hava fingið lív við hjálp av útlendskum vágafúsum kapitali.
Tá Christian í Grótinum varð bygdur í 1997, kláraðu eigararnir ikki at reisa tann neyðuga kapitalin, men byggingin gjørdist veruleiki við hjálp frá norskum íleggjarum, sum seinni vórðu keyptir úr aftur felagnum.
Tað sama hendi, tá Krúnborg varð bygd í 1999. Tá varð eisini neyðugt við hjálp frá norskum íleggjarum, um verkætlanin skuldi gerast veruleiki. Eisini í tí førinum vóru norsku partaeigararnir keyptir úr aftur felagnum.
Høvdavirkið í Leirvík er eitt annað dømi. Íslendingar komu við vitan og kapitali, og tá gongd var komin á virksemið, so fóru teir burtur úr aftur.
Eg kann eisini nevna royndirnar, ið JFK gjørdi saman við Røkke, og sum høvdu til endamáls at fáa surimiframleiðslu at rigga umborð á skipum. Tá givist varð við royndunum, høvdu tær kostað 300 mió. kr., sum fyri tað mesta komu frá vágafúsum norskum kapitali. Kanska surimivirkið, ið nú verður bygt, kann gagnnýta okkurt frá hesum projektinum.
Tað er sjálvsagt av avgerandi týdningi, at føroysku eigararnir hava avgerðarrættin í feløgunum. Og tað hava teir eftir verandi lóggávu, har útlendingar í mesta lagi mugu eiga ein triðing av partapeninginum.
Tað er hugstoytt, at politikkarar javnan leggja reiðarí og persónar undir at vera strámenn. Tað er ikki loyvt eftir verandi lóggávu, so tað má vera ein staðfesting av, at myndugleikarnar ikki megna at hava neyðugt eftirlit við hesum viðurskiftum. Tí skuldi tað verið tann vegin, ið atfinningarnar vóru vendar.
Gongst tað, sum samgongan ætlar, so verða viðurskiftini hjá okkum serføroysk. Í Íslandi kunnu útlendingar eiga ein fjórðing av reiðaríum og í Noreg er markið 40 prosent. Í Bretlandi er ongin avmarking yvirhøvur.
Fyri meg er tað óskiljandi hví alt fokus er á, at útlendingar skulu heilt burtur úr fiskivinnuni á sjónum. Á landi kunnu útlendingar eiga virkir og fyritøkur 100 prosent. Nógvar útlendskar fyritøkur hava sett seg niður í Føroyum annaðhvørt einsamallar ella saman við føroyskum samstarvsfeløgum.
??tlendingar eiga tríggjar fjórðingar av Bakkafrost, sum er størsta fyritøkan í Føroyum. Bakkafrost er skrásett í keypsskálanum í Olso, og tá hevur tú ikki ávirkan á eigaraviðurskiftini. ??tlendskir íleggjarar kunnu keypa alla fyritøkuna, um teir vilja tað.
Landsstýrið privatiseraði tveir triðingar av táverandi Føroya Banka, sum er skrásettur í keypsskálanum í Keypmannahavn. Tað stendur útlendskum íleggjarum frítt at keypa tveir triðingar av bankanum.
Við at samstarva við fiskivinnuna í okkara grannalondum, sum er rættiliga lík okkara, gera vit Føroyar størri. Koyra vit útlendingar heilt burtur úr fiskivinnuni á sjónum, so kunnu vit reypa av, at fiskivinnan er føroysk, men støðan verður truplari. Vit eiga ikki at búra okkum inni her úti í Atlantshavinum, við at seta ein múr um fiskivinnuna.
Anfinn Olsen, reiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald