Politikkur

Samráðingarnar um norðhavssild og svartkjaft av á hesum sinni

...

2015-01-24 00:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hesa vikuna hava samráðingar verið í London millum strandarlondini um norðhavssild og svartkjaft. Hóast fleiri royndir vórðu gjørdar, eydnaðist tað ikki strandarlondunum at semjast um eitt nýtt býti av hesum báðum stovnum. Semja var tó um øll onnur viðurskifti eitt nú heildarkvoturnar av norðhavssild og svartkjafti fyri 2015.

Einki røktist yvirhøvur fyri at gera semju um norðhavssild, og tóku Føroyar tískil sum formansland, eftir at hava ráðført seg við hini londini, avgerð um at enda samráðingarnar um eitt nýtt býti av norðhavssild fyri 2015 og lótu formansskapin yvir til Noregs, sum er formansland fyri samráðingarnar fyri 2016. Strandarlondini fara sostatt at áseta sær einsæris kvotur av norðhavssild fyri 2015 við ongari semju sum grundarlagi.

Samráðingarnar um svartkjaft fyri 2015 vórðu niðurlagdar í dag og verða tiknar upp aftur væntandi í februar mánaði. Føroyar fara tá sum formansland at gera enn eina roynd at býta svartkjaftastovnin av nýggjum millum strandarlondini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder