Mentan

Samkynt hjúnarlag

...

2016-03-25 21:43 Author image
placeholder

Á einum skúla, har eg gekk sum ungur, gekk eisini ein vakur, klókur og dámligur drongur. Hesin drongurin uppførdi seg eitt sindur ørvísi, enn dreingir flest. Hann var nakað kventasligur og dugdi best at tosa við genturnar. Hann royndi tó, so vítt eg veit, ongantíð eftir konufólki, var bert vinur teirra.

Onkur av hinum dreingjunum á skúlanum spurdi hann, um hann var homoseksuellur, men hesum noktaði hann fyri. Hann segði, at hann hevði spælt so nógv við gentur, tí var verumáti hansara sum teirra.

Hinir dreingirnir trúðu honum ikki, men spurdu ikki meira um hetta, skiltu, at ikki var lætt hjá honum at viðurkenna støðu sína alment, tí fordømingin av homoseksuellum var ógvuslig millum summi fólk. Hann orkaði nokk ikki at liva við hesi fordøming.

Hesin drongurin kláraði seg sera væl í skúlanum. Fór niður at lesa víðari, kláraði lesturin væl og fekk gott starv. Eg frætti so ikki frá honum í nøkur ár, fyrr enn andlát hansara var lýst í útvarpinum. Royndi at fregnast um deyðsorsøkina, fekk at vita, at hann varð deyður fyri egnari hond. Hví? Ja hví?

Eftir sótu foreldur og systkin, sum høvdu mist son og beiggja á ungum árum og sera brádliga og meiningsleyst.

Sum eg skilji, vísa hagtøl, at í meðal eru fleiri sjálvmorð millum homoseksuell, enn tað eru millum onnur fólk. Hví man so vera? Mann tað vera lætt at liva, tá ein ikki verður viðurkendur, sum ein er skaptur?

Hjúnabandið er millum mann og kvinnu verður sagt. Hví mundi hjúnabandið vera sett í verk av fyrstan tíð? Hetta hevur verið ein sosial skipan. Børnini skuldu forsyrgja foreldrunum, tá tey ikki longur vóru før fyri hesum sjálvi. Tí ráddi um at fáa børn, ella var eingin sosial trygd. Eisini var týdningarmikið, at hjúnini ikki fóru hvørt frá øðrum, tí tey skuldu taka sær av børnunum, til tey vóru arbeiðsfør.

Ikki var tikið atlit til kærleika heldur. Nei, tað vóru foreldrini, helst páparnir, sum syrgdu fyri at fáa til vega hjúnafelagar til børn síni. Tað ráddi um at gifta børn síni so ???væl??? sum gjørligt. T.v.s. at makarnir skuldu vera so múgvandi sum gjørligt. Børnini skuldu akta. Tað var ikki lukkuligt at muta ímóti. Tað eru nógvar sorgarsøgur um tað. Hvør mundi tora at siga foreldrum sínum, at tey vóru homoseksuell? Ikki bar til at tvey homoseksuell giftust, tí tey kundu ikki fáa børn saman, so har vóru eingir forsyrgjarar.

Nú eru tíðirnar tíbetur broyttar í størsta partinum av vesturheiminum. Nú eru pensiónir, heilsurøkt og eldrarøkt sum tryggja tey, sum ikki longur eru før fyri at vinna til dagligt breyð. Tú doyrt ikki í hungri ella órøkt, um tú ikki eigur børn, sum kunna taka sær av tær. Her er tað tíbetur vorðið soleiðis, at fólk sleppa at gifta seg av kærleika.

Næstan øll!

Ikki tey homoseksuellu í Føroyum.

Hví?

Bíblian fær ein stóran part av skyldini.

Hevur hon ta?

Ikki sum eg skilji kristindómin.

Í míni 60 ár havi eg gingið nógv í kirkju, havt kristni og religión í skúlanum. Havi verið á fleiri møtum og tosað við fólk úr fleiri samkomum um religión og trúgv.

Eg skilji kristindómin soleiðis, at hann er bygdur á fyrigeving, kærleika og tolsemi.

Í stórum parti av heiminum hevur kristindómurin havt alstóran leiklut bæði andaliga og verðsliga. Tí hevur kirkjan eisini vælsigna øll hesi hjúnabond, sum ikki vóru bygd á kærleika, men sum vóru sosialt trygdarnet.

Nú eru fólk, bæði innan kirkjugátt og onnur, sum siga seg vilja verja kirkjuna, bangin fyri at vælsigna tvey av sama kyni, hóast hesi ynskja at liva saman av kærleika. Skil tað, hvør ið kann.

Í bíbliuni eru tveir høvuðspartar, Gamla testamenti og Nýggja testamenti. Jesus lærdi í Nýggja testamenti eina mildari læru, enn hana í Gamla testamenti. Menniskjasýnið var jú broytt, síðan Gamla testamentið var skrivað. Fólk vóru vorðin meira siviliserað og minni harðrend, helst skriftini fyri at takka.

Um Jesus var á døgum nú, mundi læra hansara so verið uppaftur meira mild, nú vit hava havt bíbliuna at rætta okkum eftir í 2.000 ár? Eg trúgvi í onkrum føri ja. Men tað er uppgávan hjá teimum, sum hava lisið gudfrøði, og hava meira skil enn eg á hesum, at umhugsa, greina og læra.

At ein verður føddur sum homoseksuellur, kann ein ikki gera við. Heldur ikki kunnu foreldrini ella onnur gera nakað við tað. Ein og hvør kann fáa børn, sum eru homoseksuell, eisini um tú ert mætur innan kirkju ella annað trúarsamfelag.

Sum eg skilji, eru umleið 2% av fólkinum homoseksuell. 2% av 50.000 er 1.000. Búgva 1.000 homoseksuell í Føroyum? Nei, ha?

Hvar eru tey so?

Jú, nøkur ???krógva??? seg okkara millum og velja ikki at avdúka seksualitet sín. Onnur hava vit útflutt, fryst tey úti, so tey ikki hava annan møguleika enn at ríma, fyri at vera viðurkend og fáa eitt virðiligt lív.

Vit føroyingar hava verið raskir at útflutt tey til Danmarkar, sum vit ikki vilja vita av. ???Ude af øje, ude av sind.???

Vit útflyta tey homoseksuellu og tey kriminellu. Inntil fyri fáum árum síðan vóru eisini tey sálarsjúku flutt av landinum.

???Gud setti ongan eftir??? verður sagt. Latum okkum føroyingar heldur ongan seta eftir. Vit eru øll skapt ymiskt. Latum okkum virða ymiskleikan og hvønn annan, so vit øll hava somu rættindi at liva og virka í hesum landi. Vit eiga tað jú øll.

Í Miðvági Langafríggjadag 2016

Georg Hansen

Gerðisgøtu 21

370 Miðvági

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder