2015-08-28 23:24
Vaga.fo skrivar: Í sambandi við, atSonja Kleinfer frá sum leiðari fyri Heimatænastuna í Vágum og Halldis Joensen tekur við starvinum, var samkoma á Sýnini í morgun, har búfólk, starvsfólk og umboð fyri stýrið og kommunurnar í Vágum vóru boðin.
Sune Jacobsen, formaður í stýrinum greiddi frá, hvussu stýrið hugsaði sær at loysa avbjóðingarnar at nøkta hølistørvin, nú Heimið á Sýnini skal umvælast. Hann takkaði Sonju fyri gott samstarv og trúgva tænastu og ynskti Halldis vælkomna í starv.
Rósa Samuelsen takkaði Sonju fyri gott samstarv og handaði henni gávu frá stýrinum. Eisini beyð hon Halldis at vera vælkomna í starv.
Helena á Løgmansbø handaði Sonju gávu frá starvsfólkunum og takkaði henni fyri gott samstarv og ynskti henni blíðan byrð framyvir.
Sonja takkaði fyri gávur og góðynskir. Hon segði, at tíðin sum leiðari fyri Heimatænastuna hevði verið rík og gevandi. Hon takkaði starvsfólki og samstarvspørtum og ynskti nýggja leiðaranum góða eydnu við starvinum.
Halldis segði síðan nøkur orð um hennara visiónir fyri framtíðina. Hon var fullvæl greið yvir, at nýggja arbeiðið fór at vera krevjandi, serliga meðan umvælingin fer fram. Hon greiddi stutt frá, um hennara áskoðan á leiðslubygna og væntaði gott samstarv við starvsfólk, stýrið og onnur.
Sum rosinan í pylsuendanum komu so systrarnar Beinta og Birita og fingu samkomuna í hopla við sangi, guitarspæli og sínum fríska verumáta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald