Politikkur

Samhald - nýggjan formann

...

2016-02-23 23:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoynni, Samhald, hevur fingið nýggjan formann.

Nýggi formaðurin, sum varð valdur á aðalfundi í gjárkvøldið, 22. februar 2016, eitur Hans Kristian Abrahamsen.

Hans Kristian Abrahamsen hevur verið nevndarlimir og næstformaður í nøkur ár í Samhald, so hann hevur kunnleika, innlit og royndir við arbeiðinum í lokala veljarafelagnum.

Formaðurin ætlar at hava eitt virkið lokalfelag við tiltøkum og átøkum av ymiskum slag, og sum kann verða við til at knýta veljararnar tættari at Sambandsflokkkinum.

Til næstformann varð valdur Niclas Davidsen.

Undanfarni formaðurin, Johan Petersen, verður nú vanligur nevndarlimir í Samhald.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder