Valskeiðið er hálvrunnið, og samgongan fer nú at rógva seinnu helvt av teininum, sum tað fór undir fyri tveimum árum síðan.
???Áralagið er gott, nógv stórmál eru avgreidd, og samgongan hevur sett sær fyri at loysa enn fleiri týðandi mál, fyri at røkka málinum um eitt samfelag í serflokki,??? sigur løgmaður Bárður á Steig Nielsen.
Arbeiðið við handilsavtalum heldur fram, millum annað eitt økt samstarv við ES. Verjupolitiski leikluturin hjá Føroyum verður týdningarmiklari, og vit skulu fyrireika okkum til ein heim í broyting.
Fólkaskúlalógin verður dagførd, atgongd til arbeiðsmegi skal betrast, og ein nýggj integratiónslóg er á gáttini.
Infrakervið verður munandi útbygt komandi árini við tunlum og innkomuvegum. Við Bústaðarpakkanum verður tryggja enn fleiri tak yvir høvdið komandi árini - fleiri bústovnar eru ávegis. Nýtt heilsustýri og veðurstova verða sett á stovn, bara fyri at nevna ein part av tí, sum arbeitt verður við seinnu helvtina av valskeiðnum.
Veðurlagsbroytingar og avbjóðingarnar, sum standast av hesum, skulu takast í álvara. Munagóð tøk skulu tí takast á grønu kósini komandi árini. Verulig ferð kemur á grøna orkuskifti næsta hálva árið, tá framleiðslan frá vindorku verður økt munandi.
Samgongan hevur longu fingið nógv á skaftið, síðani hon fór til arbeiðis á heysti 2019.
Til dømis er heilsuøkið ongantíð so nógv raðfest sum nú. Málið er viðgerðartrygd til allar borgarar. Millum tiltøkini eru fleiri nýggj tilboð innan rehabilitering í sambandi við Parkinson, krabbamein og seinheilaskaða. Samstarvsavtala er gjørd við Novo Nordisk, sum fer at betra um Diabetesviðgerð og -gransking. Bíðitíðir eru minkaðar nógv hjá ADHD og neurologiskum sjúklingum, og Føroyar hava fingið atlimaskap í WHO.
Á uttanríkisøkinum er eitt nú samstarvsavtala gjørd við USA og eitt samstarvsráð er stovnssett, har uttanríkis-, verju- og trygdarmál verða viðgjørd.
Millum samferðsluátøkini eru tunlar Norður um fjall, tunnil til Fámjins og innkomuvegur til Tórshavn og gjøgnum Runavík.
Landsstýrið raðfestir vælferðina høgt. Millum annað er barnsburðarfarloyvi longt upp í eitt ár. Nýggja lógin um almannatrygd og -tænastur er ein vælferðarpolitiskur mílasteinur, sum tryggjar, at almannatænastur taka støði í førleika og tørvi, sum borgarin hevur.
Nógv er eisini gjørt á undirvísingarøkinum. Føroyskt undirvísing til fremmandmælt er styrkt munandi. Ein serbreyt er stovnssett á Miðnámsskúlanum í Hovi, nýggir eftirskúlar eru stovnaðir í Skálavík og á Tvøroyri, og umfatandi tiltøk eru sett í verk móti happing í skúlunum.
Nýggja sjófeingislógin hevur við sær, at karmarnir kring, og skattingin av, fiskivinnuni eru komin í trygga legu. Hetta hevur millum annað havt við sær nýíløgur til føroyska fiskiflotan fyri næstan tvær milliardir krónur.
Eisini hava lærlingar og pensjónistar fingið skattalætta, so tað loysir seg betur hjá teimum at arbeiða.
???Fyri at framtíðartryggja vælferðina, skulu vit støðugt leggja dent á, at hava eina burðardygga virðisøking. Tað gleði eg meg til komandi tvey árini,??? sigur Bárður á Steig Nielsen.
Løgmaður fegnast um góða samstarvið, og fer við góðum treystið undir seinna part av valskeiðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald