Samgongumeirilutin á løgtingi valdi í farnu viku at skifta teirra umboð í Norðurlandaráðnum. Hetta er ein sera løgin avgerð.
Norðurlandaráðið er eitt samstarv millum parlamentini í øllum Norðurlondum. Føroyar hava ikki fullan limaskap í ráðnum, men tey tvey umboðini sum løgtingið velur, hava tó fullan talu- og atkvøðurætt.
Sitandi landsstýri hevur søkt um at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, men hetta fekk ikki undirtøku í ráðnum. Síðani hava samgongufólk gramt seg nógv um, at umsóknin ikki varð gingin á møti. Men nú vísir samgongan, hvussu lítið hon virðir arbeiðið í ráðnum.
Eg havi sjálvur sitið í Norðurlandaráðnum í 4 ár. Tvey tey fyrstu árini fóru til at seta seg inní arbeiðsgongdir, og ikki minst at knýta vinabond við umboðini úr hinum londunum. Tí havi eg mangan hugsað, at útskiftingin í Norðurlandaráðnum átti at verið minst møgulig. Tað vildi givið okkum størri ávirkan, og okkara umboð høvdu uttan iva eisini kunna verið vald í sessir av størri týdningi í ráðnum. Nevnast kann í hesum sambandi, at í løtuni er ein álendingur forseti í Norðurlandaráðnum. Áland hevur ??? eins og Føroyar ??? ikki fullan limaskap í ráðnum.
Men sitandi samgonga heldur helst ikki, at tað hevur so stóran týdning, hvør situr í Norðurlandaráðnum ??? sama samgonga sum sigur seg vilja hava fullan limaskap. Eftir at Ruth Vang hevur sitið í Norðurlandaráðnum í tvey ár, og hevur sett seg inní tingini har, má hon lata sessin víðari til Paula T. Petersen, sum byrjar heilt frá botni av. Telvingin um nevndarsessir hevur eftir øllum at døma størri týdning fyri samgonguflokkarnar, enn føroyska umboðanin í millumtjóða samstarvi hevur.
Ein annar trupulleiki er, at umboðini sita ikki í sama tingbólki í Norðurlandaráðnum. Ruth Vang hevur umboðað Mittengruppen, meðan Pauli T. Petersen fer at umboða Vinstra-Grøna bólkin. Tað órógvar javnvágina í ráðnum.
Tað er í fínasta lagi at løgtingið roynir at fáa størri ávirkan við at søkja um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, men tað hevur nógv størri týdning, at vit duga at brúka ta ávirkanina, sum vit longu hava. Tað sær tíverri ikki út til, at samgongan dugir tann kunstin.
Helgi Abrahamsen
fyrrverandi limur í Norðurlandaráðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald