Politikkur

Samgongan og akademiska arrogansan

...

2017-11-14 08:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samgongan fann skjótt 6,8 mió. kr til háútbúnar akademikarar, sum enntá sluppu at seta sínu egnu løn (vinirnir hjá Kristinu Háfoss og Tjóðveldi), men tá tað kemur til sjúkrarøktarfrøðingarnar, eru eingir pengar!


Tá námsfrøðingarnir fóru í verkfall í 2012, segði Bjørt Samuelsen m.a.:

"Púra óneyðugt verður stórur partur av samfelagnum lagdur lamin. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tykist ógvuliga trekur at samráðast við Pedagogfelagið, og tá tað loksins í vikuni var samband millum partarnar, hevði landsstýrismaðurin ikki nakra veruliga loysn við til samráðingarborðið...

??semjan millum partarnar er alt ov lítið til, at tað kann forsvarast, at samfelagið í stóran mun verður lagt lamið."

Nú hoyrist einki frá tjóðveldi. Tað er kvirt sum í grøvini. Deildir verða stongdar, sjúklingar reka fyri vág og vind, familjur og avvarðandi sita stúrin, tí hvat nú um tey hava tørv á sjúkrahúsinum, men eingir sjúkrarøktarfrøðingar eru at taka í móti teimum!

Samgongan er hvørki til at høgga ella stinka í. Tey nokta at geva sjúkararøktarfrøingunum hægri løn.

Sama samgonga hevði ongar trupulleikar við at finna 6,8 mió. kr. til háútbúnar akademikarar, sum ikki hava nakra sum helst funktión í samfelagnum, men tá tað kemur til sjúkrarøktarfrøðingarnar, ið ikki verða góðtiknir í akademiskuelituni, verður landið lagt lamið. Rættið skeivleikan, siga tey. Einki problem. Takið pengarnar frá akdameiskuelituni og gevið teir til sjúkrarøktarfrøðingarnar. Tað er solidariskt.

Og enntá útreiðsluneutralt!
Hanus Samró

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder