Politikkur

Samgongan missir meiriluta - Tjóðveldi størst

...

2013-11-26 13:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF.fo skrivar:

Samgongan hevði mist meirilutan, og Tjóðveldi hevði verið størsti flokkur, var val nú.

Tað vísir ein veljarakanning, sum fyritøkan Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Kanningin vísir, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu mist hvør sín tingsess, og Sjálvstýrisflokkurin hevði eisini mist sína umboðan í tinginum. Hesar tríggjar tingsessirnar hevði Tjóðveldi fingið afturat, og flokkurin hevði sostatt verið størsti flokkur við níggju tingsessum.

Varðveita sínar tingsessir

Javnaðarflokkurin hevði varðveitt sínar seks tingsessir, og Miðflokkurin og Framsókn høvdu aftur fingið tveir sessir í part, var val nú. Størstu afturgongdina hevur Sambandsflokkurin. Á valinum fyri tveimum árum síðani fekk Sambandsflokkurin 24,7 prosent av atkvøðunum, og hann var eisini størsti flokkur. Var val nú, hevði Sambandsflokkurin fingið sløkt 21 prosent.

Afturgongdin hjá Fólkaflokkinum er sløk tvey prosentstig, niður í 20,7 prosent.

Tjóðveldi hevur nógv størstu framgongdina. Á løgtingsvalinum í 2011 fekk flokkurin 18,3 prosent av atkvøðunum, men var val nú hevði hann fingið 26,7 prosent, ella 8,4 prosentstig fleiri. Javnaðarflokkurin hevur eina lítla framgongd, hálvt annað prosentstig. Framsókn og Miðflokkurin hava eina lítla afturgongd, eitt prosentstig, men Sjálvstýrisflokkurin fær bert 2,2 prosent, og røkkur tí ikki upp tinggáttina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder