Tað, sum fekk meg at tríva í pennin, var, at okkara borgarstjóri nú førir seg fram við, einum skattalætta, sum hann lovar borgarunum , men sum tó ikki kemur í gildi fyrr enn 2016. Í staðin fyri at halda seg til verandi fíggjarætlan, so hyggur borgarstjórin í glasskúluna og spáar um árið 2016.
Í míni verð eru tvær orsøkir til, at júst hendan kaninin verður drigin úr borgarstjórahattinum á hesum sinni. Ein orsøk er, at hann nú má sissa onkrar av verandi býráðspolitikarunum í samgonguni, sum hava verið heldur buldrasligir í seinastuni, tí teir vilja lækka kommunuskattin. Nú eru teir so mikið spektir, at teir neyvan fara á flog úr reiðrinum tað fyrsta árið.
Onnur orsøkin er, at fokus verður flutt frá tí veruligu fíggjarætlanini, tí ikki skerst burtur, at fíggjarætlanin fyri 2015 fer at skuldarbinda borgararnar í Tórshavnar kommunu við millum 40 og 50 milliónum, og harafturat skal kommunan einki gjalda aftur av verandi skuld. Hetta merkir - fyri at brúka borgarstjórans egnu orð - nei tvørtur ímóti - ein byrða verður løgd á borgararnar, og hendan byrða skal gjaldast fyrr ella seinni aftur, so hetta er beint tað øvuta av at lata ein lætta. Hetta er reint og slætt ein løtuvinningur, sum kemur at svíða seinni ??? pengarnir skulu gjaldast ??? eisini hetta lánið og hesin afturgjaldsskáin verða afturgoldin við skattaborgarans pengum.
At meirilutin í Tórshavnar býráð hevur valt at taka eitt so stórt lán fyri at pynta um íløguætlanina fyri 2015 - uttan at kunna vísa á nakra alneyðuga og stóra íløgu, var høvuðsorsøkin til, at vit í tjóðveldi valdu ikki at atkvøða fyri fíggjarætlanini . Her vilja vit tó undirstrika, at tað tó onkuntíð í framtíðini kann gerast neyðugt at taka lán, tá stórar og alneyðugar íløgur skulu gerast. T.d. verður tað helst neyðugt at taka lán sum ein part av fíggingini av Vesturskúlanum, tá hann verður bygdur.
Vit eiga at duga at húsast við tí stóru inntøku, sum Tórshavnar kommuna fær inn í skatti. Og ikki minst so eiga vit at duga at raðfesta íløgur, soleiðis at tað ikki gerst neyðugt at taka lán. Tórshavnar kommuna kann gera íløgur hvørt ár fyri uml. 120 milliónir. Hetta eigur at vera ríkiligt av peningi fyri at dagføra og menna kommununa. Og hetta hava vit dugað at umsitið tey seinastu árini. Eingi lán eru tikin, og verandi skuld er niðurgoldin. Tíverri síggja vit í fíggjarætlanini fyri Tórshavnar kommunu fyri 2015, at hendan góða fíggjarliga gongdin nú er vend á høvdið ??? verandi skuld verður ikki afturgoldin, og lán verður tikið.
Nei, eg trúgvi als ikki tí, sum borgarstjórin hevur sæð í glaskúluni fyri 2016. Ber ikki til at klára seg uttan lán í 2015, so trúgvi eg als ikki uppá, at býráðssamgongan fer at klára seg uttan lán í 2016, tá allarhelst Vesturskúlin fer veruliga í gongd. Og at taka lán og og samstundis lata skattalætta er í míni verð heilt burturvið ??? tað er sum at taka við vinstru hond og geva við høgru. Og tá havt verður í huga, at øll lyftini, sum eru drigin burtur úr borgarstórahattinum tey seinastu árini, eisini skulu haldast, so dugi eg als ikki at síggja nakra skilagóða loysn innan fíggjarpolitikk hjá sitandi samgongu í Tórshavnar býráð.
Livst so spyrst !
Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald