2021-12-13 18:16
Seinnapartin í dag blivu uppskotini um sammóðir samtykt við 2. viðgerð. ??ll trý uppskotini blivu samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti, Jóhan Dahl ur Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum vóru millum teirra, ið atkvøddu fyri uppskotinum saman við andstøðuni, so nú hongur samgongan illa saman.
Klokkan 17 fóru Bárður á Steig Nielsen og Helgi Abrahamsen fyri Sambandsflokkin. Jørgen Niclasen og Christian Andreassen fyri Fólkaflokkin. Jenis av Rana og Bill Justinussen fyri Miðflokkin á kreppufund í Tinganesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald