Politikkur

Samgongan er kolasvørt

...

2018-11-15 08:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri tjóðveldi, vil hava føroyingar at bjálva meira, men eingin samgonga hevur økt Co2 útlátið so nógv, sum júst samgongan, Bjørt Samuelsen er partur av!

Tak feskasta dømi: Arctic Voyager, ið hevur fiskað menningarkvotur fyri tríggjar ymiskar aktørar, mátti landa í trimum virkjum í farnu viku.

??ll vita, at Arctic Voyager er eitt tað mest dálkandi skipið í føroyska flotanum.

Um vit so høvdu bjálvað øll húsini í Føroyum, høvdu tey ikki dálkað eins nógv og Arctic Voyger í farnu viku. Ímynda tær so, hvussu nógv skipið dálkar uppá eitt ár!

Hetta er veruleikin í dag. Hetta er syndarliga avleiðingin av nýggja fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni. Størsti taparin er ikki reiðarin.

Størsti taparin er ogn føroya fólks: umhvørvið!

Hanus Samró

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder