Politikkur

Samgongan bjargaði varveiðslu av sama fiskidagatali

...

2015-08-09 01:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eg fegnist um at sama fiskidagatal er samtykt til komandi fiskiár, eins og tilmæli hjá Fiskidaganevndi legði upp til.

Andstøðan ikki fyri sama dagatali

Hettar er meira enn Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Nýggja Sjálvstýri og Framsókn kunnu siga. Tjóðveldi og Framsókn stemmaðu ímóti sama dagatali og Javnaðarflokkurin og Nýggja Sjálvstýri stemmaðu blankt. Hetta sigur nógv um hvat fyri virðing verandi annstøðan hevur fyri okkara høvuðsvinnu.

Gleðiligt er harafturímóti at verandi samgonga ikki frátekur botnfiskaflotanum sínar fiskidagar.

Tað eru orsøkir til at óbrúktir dagar eru í skipanini:

Nógv skip hava verið á Flemich Cap. Eisini í Grønlandi og nógv hava verið í Íslandi í fyrra hálvári. Tað vil siga at skipini hava ikki roynt við Føroyar, og harvið givið føroysku grunnunum frið.

Ikki staffa skip sum royna alternativar leiðir

Nógv sum hava roynt her, hava verið úti í kantinum og fiska ma. Longu og brosmu, har telja 3 dagar sum 1 dagur á innaru leiðum. Skip royna øll alternativ sum eru, fyri at fáa eitt brukuligt úrslit. Tað kann ikki vera meiningin at man skal straffast við at missa dagar tí man hevur uppsøkt aðrar møguleikar tí lítil toska- og hýsufiskiskapur er á leiðunum við Føroyar. Tað vil ikki eggja skipum at troyta altarnativar leiðir, vissi man spælir av við dagar afturfyri.

Skapa møguleikar heldur enn forðingar

Lati okkum heldur gera alt fyri at skapa botnfiskaflotanum enn betri karmar. Vit skulu vera við at skapa møguleikar og ikki forðingar fyri teirri vinnu, sum í øldir hevur átt lív í føroyingum og skapt grundarlag fyri, at tað hevur verið møguligt at búleikast á hesum klettum.

Persónliga vil er framhaldandi virka miðvíst fyri at okkara høvuðsvinna far enn betur karmar at virka undir.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna og valevni hjá Sambandsflokkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder