Nýtt tunnilslið skal bora tunlar til smærru bygdirnar
Landsverk fer at stovna eitt nýtt tunnilslið, sum eftir ætlan fer at bora tunlarnar til smærru bygdirnar.
???Hesar farleiðir hava í mong ár ikki verið nóg tryggar, og løtan er tí komin til at gera tunlar heldurenn at bøta um verandi vegir???, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Á fíggjarlógini fyri 2018 verður peningur játtaður, so Landsverk kann útvega sær boriútgerð og faraundir at bora so langt, sum játtanin røkkur á hvørjum ári.
Nakrar av farleiðunum, ið hava verið nevndar, eru farleiðin til Fámjins, til Dals, Tjørnuvíkar og tilGjáar umframt aðrar. Støða er ikki enn tikin til raðfylgjuna av tunlunum.
Mett verður, at tað er bíligari at lata Landsverk gera tunlarnar til smærru bygdirnar, tí tá verða teirgjørdir fyri kostprís, og játtanin røkkur longri.
Gásadalstunnilin, ið lat upp fyri almenninginum fyri 10 árum síðani, var seinasti tunnilin, iðLandsverk sjálvt gjørdi, og var hann bíligur at gera.
Væntandi kann tunnilsliðið bora umleið 750 metrar um árið.
Landsstýrismaðurin fer í næstum saman við Landsverki at viðgera, hvør ið skilabesta skipanin avtunnilsliðnum og boringini er, tað sigur Henrik Old,landsstýrismaður í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald