Politikkur

Sambandsflokkurin við slóðbrótandi uppskoti um fiskivinnunýskipan

...

2016-11-28 22:02 Author image
placeholder

Uppskotið frá Sambandsflokkinum um at nýskipa fiskivinnuna ber í sær, at lívfrøðiliga burðardygdin og inntøkuskapanin í vinnuni geva bestu umstøður fyri, at felags tilfeingið í havinum kemur øllum borgarum í Føroyum til góðar


Týdningarmesta nýskipanin, ið arbeitt hevur verið við í longri tíð, er nýskipanin av fiskivinnuni, og nú leggur Sambandsflokkurin fram sítt uppskot um at skipa fiskivinnuna av nýggjum.

Borgarar í Føroyum og fiskivinnan sjálv hava ov leingi bíðað eftir einari loysn, sum skapar betri samfelagsgagn ??? og samstundis skapar støðugar karmar um virksemið í vinnuni, so at til ber at leggja til rættis rakstur og fremja neyðugar íløgur, bæði uppá styttri og longri sikt.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum fevnir í stuttum um hesi viðurskifti:

1. Lívfrøðilig burðardygd: stovnsrøkt, tryggja reproduktión, stilla veiðitrýst, stutt- og langtíðarjavnvágir.

2. Búskaparlig burðardygd: inntøkuskapan, virðisskapan og lønsemi.

3. Sosial atlit og vælferðaratlit: samfelagsgagn og øllum borgarunum tilgóðar.

Stovnsrøkt í fremstu røð

Við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum verður fakliga og sakliga tilráðingin sett í fremstu røð. Stovnsrøktin verður raðfest, soleiðis at fiskastovnarnir støðugt verða væl fyri. Harvið fær vinnan bestu møguleikar at skapa inntøkur, sum koma øllum samfelagnum til góðar.

Uppskotið tryggjar best møguligu stýringaramboðini at fremja stovnsrøkt. Fiskiveiðan skal frameftir verða stýrd við kvotaskipan, umsitingarætlanum og veiðureglum.

Serskipan verður gjørd fyri blandingsfiskiskap, og tað verður framhaldandi atgongd hjá øllum føroyingum, at fara á flot.

Vinnan bestu møguligar karmar til inntøkuskapan

Við uppskotinum verður lagt upp til størst møguliga inntøkuskapan í vinnuni. Hetta verður gjørt við, at vinnan fær mest møguligt frælsi til at leggja sítt virksemi til rættis, og harvið skapa avlop og framburð.

Samstundis verða settir best møguligir karmar fyri at virðisøkja tilfeingið og at økja um rávørugrundarlagið, við tað, at alt skal førast í land. Skipanir verða eisini settar í verk, ið kunnu útvega rávøru úr øðrum londum.

Virðið í havinum skal koma øllum borgarum til góðar

Gjaldast skal fyri tilfeingið í havinum. Harvið skulu inntøkurnar frá fiskatilfeinginum verða við til at útbyggja vælferðina og vælferðartænasturnar í samfelagnum. Inntøkurnar skulu m.a. brúkast til at styrkja heilsuverkið, útbyggja eldraøkið og menna samferðslukervið.

Sambandsflokkurin til reiðar at skapa loysnir

Samfelagið hevur stóran tørv á nýskipanum og loysnum. Sambandsflokkurin hevur tí lagt seg eftir at reka ein konstruktivan andstøðupolitikk, har dentur verður lagdur á at finna loysnir og at gera semjur, har ið tað er møguligt.

Við uppskotinum um nýskipan av fiskivinnuni, vísir Sambandsflokkurin enn einaferð í verki, at hann tekur samfelagsábyrgd og kemur við haldførum politiskum loysnum.

Uppskot Sambandsfloksins kann lesast her:Uppskot um fiskivinnunýskipanogFramløga um fiskivinnunýskipan

Sambandsflokkurin

Bárður S. Nielsen, formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder