
Seinnapartin í gjár, mánadagin 18. desember 2017, sendi sambandsflokkurin út eitt tíðindaskriv, sum var avrit av skrivligum fyrispurningi og viðmerkingum sum Kaj Leo Holm Johannesen setti Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Fyrispuringurin snúði seg um at leggja gjald á fisk, ið verður seldur óvirkaður av landinum.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin stendur:
???Júst nú hevur Akraberg landað 900 tons av rundfrystum toski (H/G og J-cut) í Føroyum, men av tí, at Íslensku partaeigarnir Samherji, eiga og reka virki í Póllandi og sum hevur tørv á rávøru, so verður fiskurin lastaður í 45 bingjur og avskipaður til polska virkið.???
Mínar viðmerking eru hesar:
Fiskurin hjá Akraberg verður altíð fyrst boðin út til keyparar í Føroyum. Keyparnir í Føroyum fáa altíð fiskin um teir megnaprísin. Føroysku keyparnir fáa harumframt altíð linari keypstreytir enn útlenskir keypara.
Akraberg hevur ongantíð selt til virkir uttanlanda, sum Samherji eigur.
Tíðindaskrivið frá Sambandsflokkinum kom á portalarnarbeint fyri klokkan 16 í gjár. Eg royndi við tað sama at fáa fatur á Kaj Leo Holm Johannesen. Tað eydnaðist beint fyri kl. 18.
Kaj Leo Holm Johannesen greiddi frá, at sambandsflokkuin hevði steðgað tíðindaskrivinum og sent út eitt rættað skriv.Men meðan vit tosa saman, koma útvarðstíðindini og tað sokallaða ???steðgaða tíðindaskrivið??? varð lisið.
Eg skal enda við einum vælkendum sitati, vit skulu ???vita og ikki gita???.
Anfinn Olsen, reiðari á Akrabergi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald