2016-03-06 10:00
Mánamorgunin 7. mars 2016, kl. 09.30skipar Sambandsflokkurin fyri tíðindafundi á Gamla Apoteki.
Á tíðindafundinum, ið er opin fyri øllum fjølmiðlum, fer formaður floksins, Bárður S. Nielsen, at leggja fram innihaldið í einum vinnuligum vakstrarpakka fyri Føroyar.
Vinnuligi vakstrarpakkin er skipaður í tvey uppskot, sum skulu viðgerðast í Løgtinginum í næstum. Í pakkanum eru fleiri politisk átøk, sum Sambandsflokkurin ætlar skulu setast í verk, og sum kunnu vera við til at skapa nýggj og spennandi arbeiðspláss í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald