Politikkur

Sambandsflokkurin hevur landsfund

...

2018-03-10 09:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsfundur Sambandsfloksins verður fjølbroyttur og spennandi. Bárður S. Nielsen, floksformaður, verður í politiska brennideplinum, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, er gestur á landsfundinum. Um kvøldið verður veitsla


Sambandsflokkurin heldur landsfund 10. mars 2018 við spennandi skrá. Bárður S. Nielsen, formaður, skipar politiskt kjak. Hann nemur m.a. við ovurstóra raksturin, samgongan stendur fyri. Eisini hvussu flokkurin vil endurreisa grundarupphæddina í fólkapensjónini, og hvussu Føroyar kunnu gerast eitt ríkari samfelag fyri øll. ???Stjórnarskipanin??? er á skrá, m.a. hetta, at Tjóðveldi vil hava hana at standa oman fyri Grundlógina.

Fólk fáa høvi at gera viðmerkingar og at seta tingmanningini spurningar.

Forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, er gestur á landsfundinum. Hann fer at halda røðu og bera flokkinum eina politiska heilsan.

Fundurin verður leygardagin 10. mars 2018, kl. 08.30-15.30, á Hotel Hafnia í Tórshavn, og um kvøldið kl. 19.00 verður veitsla.

Sum partur av skránni verða framløgur um virðisøking í útflutningsvinnuni og viðgerðartrygd fyri allar føroyingar.

Jens Pauli Petersen frá Faroe Origin fer at greiða frá avbjóðingum í flakavinnuni, og hann fer eisini at greiða frá meirvirking, rakstri, sølu og marknaði, og hvussu Føroyar kunnu gerast matvøruframleiðari heldur enn at vera rávøruframleiðari.

Brian Smedemark frá Trygd fer at greiða frá, hvørjar møguleikar føroyingar hava fyri at tekna privatar tryggingar og soleiðis fáa skjótari sjúkraviðgerð. Hetta er eitt ískoytið til verandi viðgerðir í sjúkrahúsverkinum.

Eftir Landsfundin verður skipað fyri veitslu á Hotel Hafnia, kl. 19.00. Upplýsingar um tilmelding til veitsluna eru at finna á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum:www.samband.foog á Facebooksíðu floksins.

Um spurningar eru viðvíkjandi landsfundinum ella veitsluni, kann ringjast á tlf. 312492. Møguleiki er eisini at senda teldupost á:[email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder