JN

Samarittarnir stegða nú eisini virkseminum

...

2016-03-29 22:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á fundi í kvøld hava samarittarnir samtykt at stegða virkseminum fyribils, tí núverandi tryggingarlóggáva fyri sjálvboðin ikki er nøktandi. Tað vísir seg, at samarittarnir eru tryggjaðir eftir somu lóg sum bjargingarfeløgini.

Tað er ikki lætt at taka hesa avgerð, men trygdin má koma í fyrstu røð. Samarittarnir brúka sína frítíð at hjálpa úti á festivalum og øðrum tiltøkum.

So skjótt tryggingarviðurskiftini eru komin uppá pláss, fer virksemið í gongd aftur. Undantak fyri stegðinum eru tiltøk, sum hava valt at tekna serstaka trygging fyri samarittarnar.

Samarittarnir eru til omanfyri 25 tiltøk og hava umleið 600 skaðaviðgerðir um árið.

Samarittarnir vilja við hesum eisini vísa sín fulla stuðul til bjargingarfeløgini og onnur sjálvboðin í Føroyum, sum hava steðgað sínum trygdarvirksemi.

Tryggingarfeløgini eru ikki partur av hesum máli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder