2015-06-29 19:44
??rslitini úr seinastu konjunkturkanningini eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Yvirskipaða vísitalið, ið vit nevna samanvigaða vísitalið, vísir ein vøkstur frá 18 til 23 síðan januar í ár, og er støðið oman fyri miðal á 16 stig síðan januar 2006. Konjunkturbarometrið stuðlar sostatt undir onnur hagtøl, sum í hálvtannað ár hava givið eina greiða mynd av búskaparligari framgongd, m.a. tøl fyri alsamt vaksandi útgoldnar lønir, økt tal av løntakarum og lágt arbeiðsloysi.
(trýst á mynd og talvu, so tær gerast størri)
Í mun til kanningarnar í januar eru vísitølini fyri tilfeingisvinnur og annan ídnað og tænastuvinnur hækkað, meðan vísitølini fyri byggivinnuna og handilsvinnuna eru lækkað.
Sí kanningarúrslitini í ymsum talvum í Hagtalsgrunninum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald