Enska songkvinnan Samantha Fox verður millum nøvnini, ið skulu gera Voxbotn til kanska størstu dansiveitslu nakrantíð í Føroyum
Samatha Fox var dreymurin hjá mongum ungum manni í 80???unum, songkvinnan og modellin við so ómetaliga stórum gávum, prýddi veggin hjá unglingum í øllum vesturheiminum og ikki minst í Føroyum. Alt meðan løg sum Touch Me, Naughty Girls (Need Love Too), Nothing's Gonna Stop Me Now, I Wanna Have Some Fun, I Only Wanna Be with You og onnur drønaðu upp eftir topplistunum kring heimin. Tað fyrstnevnda lá ovast á topplistunum í 17 ymiskum londum.
Samantha Fox samstarvaði á fleiri útgávum við hittmakararnar Stock/Aitken/Waterman, ið stóðu handan fleiri av allar størstu poppnøvnunum í 80???unum. Hetta samstarvið riggaði væl, og gjørdi Samanthu Fox til eina stjørnu á pallinum.
Tað er eingin ivi um, at hennara útsjónd spældi inn í, at hon gjørdist so kend, men tað skerst heldur ikki burtur, at hennara sangir vóru góð poppløg, ið fangaðu og sum enn tann dag í dag eru frálíkt soundtrack til eina poppveitslu.
Samantha var ov lág á vøkstri til at gerast siðbundin model, men innan tað bretar kalla glamour model arbeiðið var hon ein av teimum størstu, ið hava verið. Hetta kom eisini til sjóndar, tá The Sun í 2008 valdi hana til bestu síðu 3 gentu nakrantíð.
Samantha Fox endurútgav í 2009 sínar fløgur, og í desember sama ár, kom hennara greatest hits fløga. Í løtuni ferðast hon við sínum stóra hittskatti og spælir á eitt nú festivalum. Nú kemur hon við manning til Føroyar og verður at hoyra á Voxbotn, leygardagin 27. juni.
Umframt Samanthu Fox er svenska popsensatiónin John Martin, X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska, rappararnir Swangah, trubadururin Stanley, popstjørnuskotið Ester Kristiansen og divairnar í Flammu avdúkaði, umframt Gluntan og Sunrise, ið spæla til Bryggjudansin. Komandi tíðina koma enn fleiri bæði útlendsk og føroysk spennandi nøvn á skránna, nú tað nærkast til Voxbotn.
??ll árini hevur verið útselt til Voxbotn, og fyrireikararnir vænta nógv fólk aftur í ár. Atgongumerkjasølan til Voxbotn 2015 gongur strúkandi, atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, Expert í SMS, Fast-handlunum kring landið og á ebillett.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald