
Klokkan 00:55 í nátt fekk Tórshavnradio eitt distress á DSC frá MMSI 231 372 000 uttan knattstøðu og orsøk.
Hetta vísti seg at vera útróðrarbáturin Skarstein, sum er ein útróðrarbátur heimahoyrandi í Trongisvági.
Lítla løtu seinni klokkan 01:05 ringdi íslendska skipið HAKON og boðaði frá at teir høvdu bori við ein bát á knattstøðu: 61°34.8N -008° 05.0V. Hetta er góðar 40 fjórðingar vestur úr Suðuroynni.
Teir settu bátin út við tveimum monnum at fara til Skarstein, tí samband fekst ikki á VHF rás 16.
Klokkan 01:15 blivu Tjaldrið og tyrlan útkallaði.
Klokkan 01:22 boðar HAKON frá at tað var ein maður umborð á Skarstein, hann er komin umborð á HAKON í øllum góðum.
Klokkan 01:23 verður útkallið av tyrluni avlýst.
Klokkan 02:40 boðar HAKON frá at alt vrakgóðs er tikið upp, og at Skarstein lak ikki. HAKON setti á Skarstein og byrjaði at sleipa hann móti Havnini.
Klokkan 05:52 tók Tjaldrið yvir sleipið av Skarstein frá HAKON. Tjaldrið setti fólk umborð á Skarstein, sum nú siglir við egnari megi móti Havnini, fylgdur av Tjaldrinum, verður upplýst av MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald