Vinna

Samanleggingin av Nema og Hey farin endaliga fram

...

2019-03-03 10:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samanleggingin av Nema og Hey er nú farin fram, og í næstum flyta høvuðsskrivstovurnar hjá feløgunum báðum undir somu lon.

1. november í fjør boðaðu Hey og Nema frá at feløgini høvdu í hyggju at leggja saman í sambandi við at meirilutin av partabrøvunum í telefelagnum Hey kom á føroyskar hendur.

Samanleggingin var treytað av ymsum myndugleika góðkenningum.

Nú eru allar neyðugar góðkenningar komnar uppá pláss, og í vikuni var vaktarskifti, har Júst í Túni Vang tók við sum stjóri, og Rúnar Reistrup tók við sum nevndarformaður fyri samtakið.

Júst í Túni Vang var áður stjóri á Nema. Hann tók við starvinum í 2015.

Rúnar Reistrup var nevndarformaður í Hey, áðrenn hann tók við sum stjóri og nevndarlimur í 2016.

Nýggja samanlagda fyritøkan fer at halda fram undir báðum virkisnøvnum. Nema navnið heldur fram at mynda KT-virksemið, og Hey verður framhaldandi vørumerkið fyri tele-tænastur.

Í næstum flyta høvuðsskrivstovurnar hjá feløgunum báðum í somu lon á Smyrilsvegi í Havn, har Nema hevur hildið til seinnu árini.

Í nevndini fyri samstakið sita nú Rúnar Reistrup, nevndarformaður, Árni Ramussen, næstformaður og ??orvarður Sveinsson, nevndarlimur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder