JN

Samanbrest við speglið

...

2015-01-08 16:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Síðani samanbrestin við speglið fyri 10 árum síðani hevur Pól Sundskarð runnið 50.000 kilometrar. Longri enn einaferð runt jørðina - 10.000 km longri.

Leiðaradagurin 2015:
Samanbresturin, sum Pól Sundskarð hevði við spegilin fyri 10 árum síðani, fekk størri avleiðingar fyri hann, enn spegilsmyndin hjá øðrum fær eftir eina vanliga jólahøgtíð.

Í speglinum vóru ov nógv kilo at síggja og so byrjaði eitt nýtt lív við tilvitaðum málum - sum 46 ára gamal.

Fyrst marathon, so eitt afturat og so fleiri, síðani fjallatindar, fyrst ein so fleiri og so fleiri ferðir allar, síðani 100 kilometrar her og aðrar 100 km har og í fjør 246 kilometrar upp á 35 tímar.

???Onkur sigur, at eg eri eitt sindur svakur. Og tað man vist vera heilt nær við???, sigur Pól Sundskarð.

Pól Sundskarð úr Klaksvík greiðir á leiðaradegnum 30. januar frá, hvussu hann setur sær mál og hvussu hann røkkur teimum. Samstundis hevur hann fultíðararbeiði, er giftur og hevur børn og abbabørn.

??luva Zachariasen fer í práti við Pól at avdúka, hvussu hann hugsar, tá vit onnur hugsa, ???nei, gott er, veðrið er ov ringt, eg bíði til í morgin???. Á Leiðaradegnum fært tú høvi at kopiiera strategiirnar hjá Póli, og harvið fært tú eisini møguleika at røkka tínum málum. Og tað nýtist ikki at vera sum hjá Pól, at renna runt jørðina.

Tilmelding og meira um dagin á www.leidaradagurin.fo ella ring til Synergi tlf. 322355

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder