Eftir júst eitt ár gevst Sámal Tróndur F. Johansen, sum leiðari á Landsbókasavninum.
Síðsti arbeiðsdagur var hin 31. juli. ??? Hetta hevur verið ein avbjóðing, men ein spennandi avbjóðing, staðfestur hann.
Sámal Tróndur hevur virkað sum leiðari á Landsbókasavninum síðani 1. august í 2016. Tá fór undanfarni leiðarin á Landsbókasavninum frá vegna aldur. Orsakað av eftirmetingini av Søvnum Landsins, sum Fíggjarmálaráðið setti í verk, og síðani eisini kærurnar, sum Løgmansskrivstovan viðgjørdi, var gjørt av, at Sámal Tróndur skuldi virka sum leiðari á bæði Landsbókasavninum og Landsskjalasavnininum, hetta til kanningarnar vóru av.
Í apríl gjørdi Løgmansskrivstovan av, at koyra Søvn Landsins sundur aftur í tríggjar sjálvstøðugar stovnar: Landsskjalasavnið, Landsbókasavnið og Tjóðsavnið. Sámal Tróndur gjørdist stjóri á Landsskjalasavninum, men hevur hildið áfram at virka sum leiðari á Landsbókasavninum, til nýggjur stjóri tekur við, frá 1. august.
Hóast hann einans hevur sitið sum leiðari á Landsbókasavninum í eitt ár, heldur hann at fleiri broytingar eru framdar í hesum tíðarskeiðið, onkrar av týdningi eisini. ??? ??tlanin var upprunaliga ikki at gera broytingar, men so hvørt sum starvsfólk vísti á viðurskifti, sum kundi gerast betri, helt eg at neyðugt var at fremja tey.
Ein størri broyting er innføringin av ???Primo???, sum er ein sokallaður ???leitari???, sum Landsbókasavnið keypti um ársskifti 2016/17. Ein bólkur hevur síðani arbeitt við at samskipa Primo við tær skipanir, sum Landsbókasavnið bjóðar. Hóast væl áleiðis, er hetta arbeiðið tó ikki heilt liðugt enn. ??? Tá hetta arbeið verður liðugt, hevur Landsbókasavnið møguleika at bjóða tænastur til sínar brúkarar á einum munandi betri støði enn higartil, heldur Sámal Tróndur.
Ein onnur størri broyting er umskipanin í útláninum, sum skuldi gera útlánið meira tíðarhóskandi, opnari, ljóst og innbjóðandi. Sjálvt um 1. bókavørðurin longu vísti á hetta í fjør heyst, hevur tað tikið langa tíð at fremja hesar ætlanir. Ein orsøk var, at hetta ikki einans kravdi broytingar í útláni og avgreiðslu, men eisini aðra staðni. Stór revidering av bókum og tíðarritum hevur verið, og vit hava flutt nógv tilfar úr útláninum á goymslu. Hetta var ein hørð, men neyðug tilgongd, serliga um útlánið skuldi nútímansgerast. Hendan umskipan er ikki heilt liðug enn, men verður tað væntandi um stutta tíð. Partur av hesi nútímansgerð var, at fáa lesistovu, við klivum. ??? Lesistovan ger, at brúkarar fáa nógv betri umstøður at granska á staðnum, meðan umskipanin av útláninum betri uppfyllur nútímans krøv frá ymiskum brúkarabólkunum, um eitt sokallað ???verðistað???, sigur Sámal Tróndur.
Men eisini broytingar, t.d. at seta upp klædnaskáp í gongini og at betra um rýmingarleiðirnar í bygninginum, hava verið ein fragd at fáa framdar. Hetta ger Landsbókasavnið til eitt betri og tryggari stað, bæði fyri viðskiftafólk og fyri starvsfólk.
Hetta árið sum leiðari á Landsbókasavninum, hevur verið áhugavert og avbjóðandi. - Eg havi havt avbjóðingar, sum eg ikki áður havi roynt sum leiðari. Sjálvt um tað gott kann vera strævið við nýggjum avbjóðingum, so hevur tað eisini verið sera læruríkt, sigur Sámal Tróndur at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald